Menu

Treytir

Allir ferðaseðlar okkara eru talgildir og vera útflýggjaðir til viðskiftafólk okkara við telduposti. Tá ið tú hevur bílagt og goldið ferðaseðilin, verður hann alt fyri eitt sendur tær við telduposti.

 

Lágprís ferðaseðlar
Serligar treytir eru bundnar at tílíkum ferðaseðlum, og tí kunnu teir sum oftast, hvørki avlýsast, broytast ella afturrindast. Hetta merkir, at viðskiftafólkið sjálvt hevur ábyrgdina, um tað ikki, vegna seinking ella aðra orsøk, ber til at røkka næsta flogfarinum (ella øðrum ferðasambandi). Tað áliggur hinum ferðandi at hava øll neyðug ferðaskjøl tøk. Um tann ferðandi ikki kann byrja ella fullføra ferðina, orsaka av vantandi ferðaskjølum ella seinkingum, missir hin ferðandi rætt til ferðaseðilin og møguligt endurgjald. Hvørki ferðaskrivstovan ella viðkomandi flogfeløg hava ábyrgd av møguligum meirkostnaði, ið stendst av nýggjum flogferðaseðlum, gistingum, o.ø. sum kann íkoma fyri av hesari orsøk.

 

Gjalding
Flogferðaseðlar og gistingar, ið eru bílagdar á flog.fo skulu gjaldast beinanvegin. Gjaldast kann við VISA/Dankorti, Mastercard, Eurocard og flestu vanligum kredittkortum. Goldið verður umvegis DIBS (Dansk Internet Betalingssystem - www.dibs.dk). DIBS er góðkent av Nets (Fyrr PBS (Pengeinstitutternes BetalingsService).

 

Broytingar / avlýsingar
Tá ið ferðaseðilin er góðkendur, ber til at broyta hann við at seta seg í samband við flog.fo umvegis teldupost á: flog@flog.fo, ella við at ringja á telefon 318 319. Um flogferð og/ella gisting kunnu broytast, ella um ferðaseðilin kann avlýsast, verður - umframt møgulig onnur gjøld - eitt avgreiðslugjald á kr. 100,- lagt afturat hvørjum ferðaseðli.

 

Ferðatrygging
Mælt verður øllum viðskiftafólki til at bíleggja eina ferðatrygging, ið millum annað kann gjalda fyri útreiðslur í samband við óhapp ella deyða og fyri mist ella skatt viðføri.

 

Avlýsing av bráðsjúku
Mælt verður til at tekna eina trygging, ið tekur við, um ferðin verður avlýst, t.d. um bráðsjúka kemur í hjá ferðandi ella nærmastu skyldfólki teirra áðrenn fráferð. Tryggingargjaldið er 3% av ferðaseðlaprísinum, tó ikki minnið enn kr. 75,-.

 

Ábyrgd hjá flogfelagi
Luttakandi flogfeløg hava onga ábyrgd fyri hendingum, ið fara fram, tá ið tey ferðandi ikki eru umborð á flogfarinum hjá viðkomandi flogfelagi. Viðvíkjandi innskrivaðum viðføri verður víst til treytirnar hjá viðkomandi flogfelagi og til møguliga ferðatrygging.

 

Ábyrgd hjá viðskiftafólki
Viðskiftafólkið skal hava tøkt pass, sum hevur gildi, og neyðug visum og koppsetingarskjøl, sum eru tøk og dagførd. Til ferðir uttanfyri Evropa skal passið vera galdandi í minsta lagi 6 mánaðir eftir komu til ferðamálið. Eisini skal syrgjast fyri, at øll for- og eftirnøvn í ferðaseðlum og øðrum viðkomandi skjølum eru røtt, og at hesi samsvara við nøvnini í passinum. Um navn á ferðaseðlinum ikki samsvarar við navn í passinum, kann tann ferðandi vera noktað/ur innskriving á flogvøllinum. Ferðaskrivstovan tekur sær onga ábyrgd av møguligum avleiðingum av skeivum upplýsingum frá viðskiftafólkum.

 

Klagur
Møguligar klagur undir ferðini skulu handast flogfelagnum, umboð hjá fyrireikara á staðnum, fyrireikara ella ferðaskrivstovuni, so skjótt sum til ber, so trot/brek kunnu bøtast á staðnum, og við minst møguligum ampa fyri tey ferðandi. Um klagur verða handaðar beinleiðis til viðkomandi flogfelag ella umboð hjá fyrireikara á staðnum, eiga viðskiftafólk at tryggja sær prógv fyri, at møgulig trot ella brek, ið ikki kunnu bøtast á staðnum. Hetta fyri at tryggja skjalprógv í samband við møguligt krav um endurgjald. Vantandi klaga hevur ofta við sær, at rætturin til møguligt endurgjald fellur burtur.

 

Fráferðartíðir í ferðaætlan og ferðaseðlum
Fráferðartíðir í ferðaætlan og ferðaseðlum eru altíð lokalar tíðir. Eftir útflýggjan av ferðaseðlum og ferðaætlan kunnu broytingar í fráferðartíðini koma fyri. Hygg tí altíð væl eftir fráferðartíðini í ferðaskjølunum. Um tíðirnar ikki samsvara við upprunaligu bíleggingina, skal tú beinanvegin seta teg í samband við ferðaskrivstovuna, so møguligar villur kunnu rættast áðrenn fráferð.

 

Endurstaðfesting
Einstakir ferðaseðlar á handanhavs teinum (tað eru t.d. ferðir til Norður- og Suður Amerika og Avstralia) skulu endurstaðfestast seinast 72 tímar áðrenn heimferðin byrjar ella um ferðin verður avbrotin meira enn 72 tímar (t.d. í samband við sonevnt stop-over). Verður endurstaðfesting ikki gjørd, hevur flogfelagið rætt til at seta plássið hjá viðskiftafólkinum til sølu aftur.
Viðskiftafólkið kann í slíkum føri ikki seta fram endurgjaldskrav móti ferðaskrivstovu, flogfelag ella øðrum fyri avleiðingarnar, ið standast av hesum. Viðskiftafólkið kann fáa endurstaðfest ferðaseðilin hjá góðkendum ferðaskrivstovum. Vit ráða tó altíð okkara viðskiftafólki til at seta seg beinleiðis í samband við flogfelagið, sum flúgvast skal við. Tá fæst eisini kunning um møguligar broytingar í fráferðartíðum. Ikki øll flogfeløg krevja endurstaðfesting, tað er tó altíð ein fyrimunur at gera hetta.

 

Innskriving (Check-in)
Innskrivingartíðin er tann løta, tá innskriving seinast skal vera gjøgnumførd. Innskrivingartíðin í Evropa - tá ferðast skal innanfyri Evropa - er vanliga ein tíma og 45 minuttir áðrenn fráferð. Innskrivingartíðin til ferðir uttanfyri Evropa eru ofta nakað longri, vanliga tveir og ein hálvan tíma. Hetta er orsakað av herdum trygdartiltøkum. Kom til flogvøllin í góðari tíð, so tú/tit ikki koma ov seint til flogfarið. Tað kunnu vera langar bíðirøðir við innskrivingina og við trygdareftirlitið. Í ferðaætlanini, sum tú fær frá flog.fo, stendur at lesa um treytir í samband við innskriving og annað. Myndugleikarnir kunnu broyta hesar treytir við stuttari freist.

 

Skattir og avgjøld
Skattir og avgjøld kunnu leggjast afturat prísinum á ferðaseðlunum. Í einstøkum floghavnum, t.d. í Suður-Amerika og Afrika, skal rindast kontant fyri floghavnar- og/ella ferðafólkaavgjald á staðnum við komu. Hesi avgjøld kunnu tí ikki krevjast heimanífrá. Vanliga verður kunnað um tílík avgjøld í ferðaskjølunum. Einstøku londini kunnu tó við stuttari fráboðan seta í verk nýggj avgjøld ella hækka galdandi avgjøld. Hesi kunnu tí broytast frá bílegging til fráferð ella millum fráferð og heimferð.

 

Lógarval og varnarting
Øll endurgjaldskrøv og onnur krøv ímóti flog.fo skulu avgerast eftir føroyskum rætti. Rættarmál skulu leggjast fyri Føroya Rætt.

 

Flog.fo
Rundingur 20
FO-100 Tórshavn
Føroyar
V-tal: 541419