flog.fo

Vit á flog.fo hava hollar royndir innan ferðavinnu og tænastu.

Flog.fo kom at virka í januar 2012, og hevur síðani lagt seg eftir, at veita bestu prísir til føroyingar, tá talan er um gisting og/ella bilaleigu runt allan knøttin.

Sum er, royna vit allatíðina at menna skipanina, og tí er síðan í støðugari broyting, til fyrimuns fyri brúkaran. Okkara netbókingarskipan ger, at tað er alsamt meiri ómakaleyst, at finna røttu gistingina ella bilaleiguna, og til ein sera góðan prís.

Starvsfólkið hjá okkum eru øll føroyingar, við hollum royndum innan yrkið, og um eitthvørt er, sum ikki virkar eftir vild, vinarliga set teg í samband við okkum á flog@flog.fo

 

Takk fyri og gott keyp !