DOTA 2 Stockholm

úr 3.150,-

fyri hvønn

 

Kom við og síggj heimsmeistarafinaluna í Dota 2, har føroyingurin Johan Sundstein fer at spæla um heimsmeistaraheitið. Kappingin kemur endiliga til Evropa aftur og væntast verður spælt um 300.000.000 ,- krónur.

 

17. august lata dyrnar upp í Ericsson Globe til The International DOTA 2 Championship. Í tí sambandi gera vit ferð, har tit koma til Stockholm 17. august og gista til dagin eftir kappingina, 24. august. Flogið verður umvegis Bergen til Stockholm tann 17. august og heim aftur umvegis Kastrup tann 24. august. 

 

Vit hava tveir gistingar møguleikar, har tit antin kunnu gista á Motel L beint við Ericsson Globe fyri 3.225 kr. pr persón í dupultkamari, ella tit kunnu búgva í 2Home Stockholm South fyri 2.300 kr. pr persón í dupultkamari.

 

Hava tit ynskir um aðra ferðaská ella bert ferðast úr Keypmannahavn, so er enduliga at spyrja okkum um prís.

 

Bílegg ferð á +298 318 318 ella á flog@flog.fo

*Einki er lagt til síðis, so prísbroytingar kunnu koma fyri

**Gevi gætur, at atgongumerkið til sjálva kappingina fylgja ikki við. Neyðugt er at keypa atgongumerkið til Ti10, tá tey koma á sølu. Lýst verður inni á Dota 2 bólkinum á Facebook, tá atgongumerkini verða sett til sølu. Væntandi verður søluprísurin fyri sjálvt Ti10 tiltakið, sum varar í 7 dagar, 2000,- avtrat prísinum per persón. Hetta verður kunngjørt av Valve. 

 

Íroknað

Ferðaseðlar tur/retur
Ferðaavgjøld

Vit fara - kemur tú við?

Skriva navn, teldupost og telefon. Upplýs síðan hvussu nógv vaksin/børn tit eru. Og onnur serlig ynski í samband við ferðina
Takk fyri tín fyrispurning.
Vit seta okkum í samband við teg skjótast gjørligt.
Okkara samstarvsfelagar
Fyri hvønn ferðandi letur Flog.fo 30 kr. til Team Rynkeby.
We support Team Rynkeby with 30 kr. for every person travelling through Flog.fo.